Svar upp á fyrispurning nr. 52-117/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi liðugt viðgjørdum sjúklingum á sjúkrahúsunum, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir persónar liggja á føroyskum sjúkrahúsum, sum eru liðugt viðgjørdir, men sum kortini ikki verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at fara?
2. Er talið á liðugt viðgjørdum persónum í sjúkrahúsverkinum vaksandi?
3. Hvørja ávirkan hava hesir persónarnir á møguleikarnar hjá øðrum at sleppa framat viðgerð?
4. Hvør hevur ábyrgdina av hesum persónunum?
5. Hvat verður gjørt fyri at loysa henda trupulleikan?
Svar:
Til spurning 1
Tann 30. apríl 2024 var talið av liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum framvegis lógu á sjúkrahúsunum 7 sjúklingar. Tíðarskeiðið, sum hesi hava verið innløgd eftir at viðgerð er endað, fevnir alt frá 8 døgum til 8 mánaðir.
Talið broytist alla tíðina, og tað er sera ymiskt, hvussu leingi sjúklingarnir eru innlagdir, eftir at viðgerðin er lokin. Tíðarskeiðið kann fevna alt frá dagar til vikur, mánaðir og í ringasta føri ár.
Til spurning 2
Sjúkrahúsverkið hevur síðan 2020 gjørt reglulig hagtøl fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, og síðan tá hevur talið verið vaksandi á hvørjum ári.
Talið á liðugt viðgjørdum sjúklingum kann bæði gerast upp eftir, hvussu nógvir persónar hava verið innlagdir, eftir at viðgerðin er endað, og eftir seingjardøgum, sum er hvussu nógvar dagar sengurnar hava verið upptiknar av sjúklingum, sum ikki longur eru í viðgerð.
Tølini fyri tíðarskeiðið 2020 til og við apríl 2024 eru:
##med2##
Talið fyri tíðarskeiðið januar til apríl 2024 er á sama støði sum sama tíðarskeið síðsta ár, og nærum á sama støði, sum tað var fyri alt árið í 2020.
Til spurning 3
Sjúkrahúsverkið hevur eitt ávíst tal av plássum, og tá eitt pláss er upptikið av einum liðugt viðgjørdum borgara, kann sama pláss ikki brúkast til ein sjúkling, sum skal hava viðgerð. Tað kann merkja, at tað verður longri bíðitíð til planlagdar og aðrar viðgerðir, ið ikki eru bráðfeingis viðgerðir.
Fyri deildirnar merkir hetta, at minni starvsfólkaorka er til at vera um aðrar sjúklingar, sum hava tørv á at vera innlagdir. Starvsfólkið má renna skjótari, sum gevur eitt verri arbeiðsumhvørvi.
Tað kann merkja, ov nógvir sjúklingar eru innlagdir á deildunum, ella at aðrir sjúklingar mugu útskrivast skjótari. Í onkrum førum er tað soleiðis, at tann liðugt viðgjørdi sjúklingurin ikki kann liggja á stovu saman við øðrum, og tá verður ein heil fleir-seingjastova upptikin, soleiðis at deildin hevur niðursettan seingjarkapasitet. Tað hevur við sær eitt størri trýst á hinar deildirnar, og at fleiri sjúklingar koma út á gongina at liggja, sum er ein óvirðilig loysn.
Tá ein seingjardeild er full, kann tað eisini hava við sær longri bíðitíð til sjúklingar, sum skulu innleggjast til eitt nú endurmenning. Eisini er neyðugt at gera færri planlagdar skurðviðgerðir vegna manglandi seingjarpláss, sum eisini gevur longri bíðitíð.
Til spurning 4
Um borgarin hevur tørv á eini tænastu ella búplássi eftir útskriving frá sjúkrahúsi, er tað vanliga býtt upp soleiðis, at tað er Almannaverkið, ið bjóðar tænastur til borgarar undir 67 ár, meðan tað eru eldraøkini undir kommununum, ið bjóða tænastur til borgarar, sum eru 67 ár ella eldri.
Vanliga er tað púra greitt, hvar ábyrgdin liggur, og tað er sera sjáldsamt, at Sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri eini meting frá markamótsnevndini.
Tølini býtt upp eftir aldri síggja soleiðis út:
##med3##
Til spurning 5
Farið er undir eina tilgongd at tilevna lógaruppskot um broyting í sjúkrahúslógini, soleiðis at heimild fæst til at áseta gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar. Talan er um eina skipan, sum longu verður nýtt í okkara grannalondum, og sum hevur virkað væl. Skipanirnar í okkara grannalondum eru soleiðis, at tað verður ásett eitt gjald fyri hvønn seingjardag, sum kommunurnar og almannaverkið gjalda, tá ið tey ikki taka ímóti liðugt viðgjørdum sjúklingum eftir lokna viðgerð – vegna vantandi heimarøkt, bústovn, sambýli, eldrasambýli ella røktarheimspláss.
Heilsumálaráðið, 6. mai 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinn
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo