7. flokkur í Vestmanna skúla hevur hesa vikuna bæði í skúlanum og heima bakað smákøkur og gjørt posar til køkurnar.
Týsdagin og hósdagin í vikuni hava tey gingið runt í bygdini og selt.
Inn komu 3590 krónur.
Pengarnar hava tey sett á konto til innsavningina "Føroyar móti krabba" frætta vit frá Vestmanna Skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo