Kappingin vardi frá 24. august til 6. september. Veðrið var ymiskt og sjálvandi var ikki altíð líka nógv at fáa. Tilsamans vórðu gjørdir 16 túrar. Úrslitið gjørdist eisini sera javnt. Flest fiskar fekk 6b í Santa Frans skúla – flokkurin fekk 58 fiskar ein fyrrapart.
Borgarstjórin handaði steyp og segði, at hann enn heldur, at tað er ótrúliga stuttligt, at henda kappingin framvegis fær so góða undirtøku millum skúlarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo