Skúlablaðið: Í ár er tað Skúlin á Fløtum, sum tekur ímóti teimum flestu næmingunum, sum fara í skúla fyrstu ferð, 64 næmingar, 31 gentur og 33 dreingir. Beint í hølunum kemur Skúlin við Løgmannabreyt, sum í fjør hevði flest fyrstafloks næmingar; í ár byrja 58 næmingar har, 18 gentur og 30 dreingir.
Í 14 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10, samanborið við 15 skúlar í fjør; í tveimum skúlum bara ein næmingur.
Í fjør byrjaðu 685 børn í 1. flokki, 15 fleiri enn í ár, í fyrra ári fóru 715 næmingar í fyrsta flokk, árið fyri fóru 697 næmingar í 1. flokk, og aftur árið fyri 750 næmingar.
Í skúlaárinum, sum nú byrjar, ganga 6780 í fólkaskúlanum, framt 141 í frískúlunum og 193 í forskúlunum. Í fjør var talið 6889 næmingar.
Uppgerðin er frá Mentamálaráðnum; síðan uppgerðin var gjørd, er Lítliskúli í Havn komin afturat; har ganga hetta skúlaárið tilsamans 31 næmingar í ár, 15 í forskúlanum og 16 í innskúlingini, skrivar Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo