Yvir 30 ár eftir at flogfelagið gavst at flúgva, ætlar Pan Am at gera úrvaldar ferðir tvørtur um Atlantshavið.
Tað skrivar Robb Report.
Ferðin verður næsta summar í 12 dagar í flogfarinum hjá Pan Am og verður talan um upprunaligu transatlantisku rutuna hjá flogfelagnum. Fyrsta boarding verður í New York 28. juni, og síðani flogið til Bermuda, Lisboa, Marseille, London og til Foynes í Írlandi, áðrenn flogið verður aftur til New York 8. juli 2025.
Sambært ferðaætlanini kostar ferðaseðilin frá 59.950 dollararum per persón tá bílagdir verða tveir ferðaseðlar. Mn vil ein ferðast einsamallur kostar ferðaseðilin 65.500 dollarar per persón, skrivar E24.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo