Sagt verður aftur og aftur á sosialu miðlunum, at sunnudagin vóru 65.000 fólk savnast á gøtunum í Keypmannahavn til tess at krevja vápnahvíld og neyðhjálp til Gaza.
Men talið 65.000 er nokk ikki heilt satt, sambært serfrøðingum.
Tríggir serfrøðingar, sum hava kannað dronuvideo, koma fram til eitt tal, sum er munandi minni.
Teirra metin er umleið 10.000 mótmælisfólk, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo