Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Kynsbýtið í fólkaskúlanum er nú so, at 64% av lærarunum eru kvinnur og 36% eru menn.

Tølini aftan fyri myndina eru ársverk. Brúktu vit tølini fyri størv, sum eru eitt sindur fleiri enn ársverk, so broytist munurin enn meira; 66% kvinnur og 34% menn. Gongdin hevur verið støðug seinnu árini; í 2005 var býtið millum kvinnur og menn 53% og 47%, og í 2010 var býtið 61% og 39%.

Og gongdin fer at halda fram. Í øllum aldursbólkum, uttan 60 til 69 ár, er talið av kvinnum tvífalt so høgt sum talið av monnum. Í aldursbólkinum 60 til 69 ár eru 6 menn fleiri.

Upptøkurnar á Námsvísindadeildina (Læraraskúlan) seinnu árini benda tó á, at áhugin hjá monnum at gerast lærari er vaksandi. Men enn munar tað lítið, um tað er eitt javnari kynsbýti, vit ynskja millum lærarar í fólkaskúlanum, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo