Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Klaksvíkar kommuna: Í dag varð avtala undirskrivað við Norðhús soleiðis, at fleiri ákoðarapláss kunnu gerast við eystaru síðu við Djúpumýru. Hetta arbeiðið er seinasti liður í at fáa vøllin endiliga góðkendan til altjóða dystir.

Í fjør gav UEFA loyvi til, at vøllurin við Djúpumýru kundi brúkast til fyrsta umfarið í Champions League. Vanliga krevst, at leikvøllir til UEFA dystir eru skrásettir í “bólki 2”, sum krevur ein leikvøll við 1.500 áskoðaraplássum. Síðan tá hevur verið arbeitt við ymiskum loysnum at útvega tey írestandi áskoðaraplássini, sum mangla í at fáa vøllin altjóða góðkendan.

Í hesari tilgongdini er vorðið greitt, at besta loysnin er at staðseta áskoðaraplássini við Jógvan Waagsteinsgøtu, heldur enn at “Bláa Skýlið” verður longt. Kostnaðurin fyri hesa verkætlan er 6 mió. kr., og harav hevur FSF givið tilsøgn um 2 mió. kr.

Hóast koronastøðan enn ger seg galdandi, so verður roknað við, at KÍ skal spæla heimadyst í Europa Leauge í summar, samstundis sum FSF hevur víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnu landsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík. Ætlanin er tí at arbeiðið skal fara í gongd beinanvegin, og vænta ráðgevarnir hjá kommununi, at áskoðaraplássini kunnu verða tøk til dystirnar í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo