Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

62°N: Í ár eru 60 ár síðan, at 62°N fór at arbeiða við ferðafólka flúgving til og úr Føroyum undir navninum Flogfelag Føroya.

Tað var nemliga Flogfelag Føroya, ið tók fyrstu stigini til at fáa regluliga flúgving til Føroya, og hevur øll árini merkt gongdina í ferðavinnuni, og tað ger fyritøkan enn tann dag í dag.

Í 1963 vórðu Føroyar settar á eina flogleið hjá Iceland Air. Iceland Air skuldi flúgva til Keypammahavn og Føroya, og í hesum sambandi varð íognarfelagið Flogfelag Føroya sett á stovn.

Soleiðis ber til at siga, at Flogfelag Føroya setti Føroyar á kortið innan flogferðslu, og vóru hesi stigini slóðbrótandi fyri føroyska samferðslu.

Í 2007 broytti Flogfelag Føroya navn til 62°N, sum í dag fevnir um bæði ferðir út í heim, vinnuferðir, samskipan av ferðum, túrar og upplivilsir til ferðafólk í Føroyum, 62°N Hotel virksemi og 62°N bilaleigu.

Endamálið hjá 62°N er at skapa ein serkunnleika á øllum teimum økjum, ið vit arbeiða við. Dentur verður lagdur á eina støðuga menning innan tænastuøkið og okkara vøruúrvæl bæði í Føroyum og úti í heim.

Við 60 ár á baki, hevur 62°N hollar royndir innan ferðavinnuna, og arbeiðir áhaldandi við at skapa nýggj ferðamál og nýggjar upplivingar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo