Fiskitúrurin “Á flot við Westward Ho” er fastur táttur hjá 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu. Túrarnir eru í september, men í ár hevur viðrað sera illa, so seinasti túrurin var ikki fyrrenn fríggjadagin fyri heystfrítíðina, tann 7. oktober.
Tá hevði sluppin verið 15 túrar úti við næmingum úr 6. flokkunum. 23 ferðir vóru fiskitúrar útsettir fyri veður, tí sluppin fer bert á flot, um veðrið er til vildar. Næmingarnir skulu hava ein góðan túr og ikki ov sjóverksligan. Hóast tað, rullaði so mikið onkran túr, at onkur fekk sjóverk.
- Fiskiskapurin í ár var heldur ikki góður, ja, hetta er ringasta fiskiárið, síðan fiskikappingarnar byrjaðu – næstan fiskaloysi, næmingarnir fingu bert 246 fiskar. Tað eru ikki bara næmingar og lærarar, sum hava verið túrin, men eisini fleiri foreldur og abbar hava verið við, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann handaði steypið í morgun.
- Endamálið við túrinum “Á flot við Westward Ho” er, at næmingarnir í sætta flokki fáa samband við sjógvin, læra seg at blóðga og kryvja, fáa høvið at royna seg á sluppdekki og á tann hátt fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at næmingarnir sleppa á flot.
- Tað er Tórshavnar kommuna, tvs. vit øll, sum eiga sluppina. Tað eru fleiri fólk, sum eru sluppvinir, og nakrir av teimum hava verið manning, nú tit hava verið úti við Westward Ho. Vónandi verður onkur av tykkum eisini sluppvinur um nøkur ár og fer við sum manning, tá skipað verður fyri fiskitúrum við 6. flokkunum ella øðrum túrum við sluppini, segði borgarstjórin.
- Hetta er áttanda árið, at “Á flot við Westward Ho” er skipað sum ein steypakapping. Tann 15. september kl. 07.45 legði Westward Ho frá Høgu kei og við var 6.a í Sankta Frans skúla. Lærararnir sum vóru við teimum eru Jógvan Henriksson og Brynolf (Bynne) Lamhauge.
- Næmingarnir í 6. a vóru væl fyrireikaðir. Teir høvdu í skúlatíðini saman við lærara og skúlavørðinum gjørt sær beitir, sum teir gjørdu upp undir tráðuna, soleiðis at teir høvdu 3 húkar umframt pilkin – og hetta hevur ivaleyst gjørt sítt til, at teir fiskaðu mest.
- Flokkurin fekk 45 fiskar, og tað er tað mesta, sum er fingið í ár, so 6.a í Sankta Frans skúla hevur vunnið fiskikappingina 2016 og hevur fingið steyp til ognar. Hetta er ikki fyrsta steypið, sum ein flokkur í Sankta Frans skúla vinnur, tí bæði í 2012 og 2013 vóru tað flokkar úr Sankta Frans skúla, sum fiskaðu mest, og sostatt fingu steyp.
- Eg fari at takka manningini á Westward Ho, sum eigur avgerandi leiklut í, at tað ber til at skipa fyri túrunum, tí tað hevur stóran týdning, at tit á henda hátt geva tykkara vitan og kunnleika víðari til okkara ungdóm. Eg takki eisini skúlunum, sum hava meldað til og tykkum lærarum og foreldrum og øðrum, sum hava verið við hesar túrarnar. Tórshavnar kommuna fegnast um, at tit nýta hetta høvið at fáa eitt sindur at vita um okkara stásiligu slupp og fara á flot við henni, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo