Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli í 2022 eru 1.800 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var mikudagin 20. juli 2022.

Fiskimálaráðið fekk níggju umsóknir um part av kvotuni – tilsamans varð søkt um 7.600 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru seks umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.800 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Av teimum seks umsóknunum um part av tøku makrelkvotuni, ið eru gingnar á møti, eru allar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka makrelin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.

Tvær av umsóknunum, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið. Hin triðja varð mett stuðulsverdug, men kravið til ynskta minstu nøgd var ov stórt, í mun til tøka kvotu.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.

Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar 2023.

Tey feløgini, sum fingu játtan vóru:

Felag

Nøgd/Tons

Faroe Marine Products

150

Tavan

450

TG Seafood

300

Glyggur Fishproteins and Bait

150

Varðin Pelagic

250

Kósin

500

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo