BirkBlogg: Undanfarna ár fingu íslendskir filmar 58 altjóða virðislønir. Tað skrivar íslendska nettænastan Klapptré, sum hevur talt og sæð filmarnar.
Ein teirra, Andið eðlilega, fekk virðisløn á altjóða minnilutafestivalinum í Havn í august í fjør. Júst henda filmin sá eg á árliga feriutúrinum í Lübeck, har tey hava víst norðurlendskan film í 60 ár. Omanfyri er leikstjórin, Isold Uggadóttir, avmyndað við inngongdina til biografin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo