Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í sambandi við at Sjúkrahúsverkið sendir sjúklingar til MR–skanningar uttanlands, hevur VP biðið um innlit í tølini fyri samlaða talið av skanningum framdar uttanlands fyri árini 2022-2023.

Spurningarnir hjá VP vóru hesir:

- Hvussu nógvar MR-skanningar verða føroyingar beinleiðis sendir uttanlands til í sambandi við eina sjúkugongd í Føroyum?

- Hvussu nógvar MR-skanningar verða gjørdar uttanlands av føringum í sambandi við útgreining av sjúku í sambandi við eina sjúkugongd í Danmark?

- Hvussu nógvar MR-skanningar verða gjørdar uttanlands av føringum í sambandi við eftirkanning/kontroll í sambandi við eina sjúkugongd í  Danmark?

- Hvat er samlaði kostnaðurin fyri hesar MR-skanningar uttanlands árini 2022 og 2023?

Innlitið vísir millum annað at kostnaðurin fyri 32 MR-skanningar í Aalborg í 2022 var 411.552 krónur og fyri 24 MR-skanningar á øðrum viðgerðarstøðum uttanlands var 243.864 krónur, tilsamans 655.416 krónur.

Fyri 2023 var kostnaðurin fyri 40 MR-skanningar í Aalborg 514.440 krónur og fyri 24 MR-skanningar á øðrum viðgerðarstøðum uttanlands 335.313 krónur, tilsamans 849.753 krónur.

Landssjúkrahúsið hevur svarað øllum spurningunum, og kann neyva svarið lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo