Í kvøld er ein heppin gekkavinnari úr Sørvági sum kann fegnast um at 550.000 krónur í næstum fara at lenda á bankakontuni.
Margreta Lív Olsen valdi at býta vinningin út á teir tríggjar leyparnar, og tað gjørdi, at tá hon í fyrsta snari kom á gula leypin, so var greitt at hon hevði vunnið 550.000 skattafríar krónur.
- Eg skal so hava ein bil, avdúkaði hon, tá verturin spurdi hana, hvat hon fór at brúka pengarnar til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo