Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum seinastu nógvu árini hevur kanna føroysku haruna og haruveiðuna, hevur aftur latið úr hondum eina frágreiðing - “Haruveiðan í Føroyum 2023”.

Í 2023 var samlaða talið av skotnum harum í Føroyum 5.300 harur. Harurnar vórðu skotnar á 556 túrum í 234 høgum kring landið. Hetta er 24% færri harur enn í 2022, tá 6.578 harur vórðu skotnar í Føroyum.

Sørvingar raskastir
Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2023 vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Sunnaripartur”, eisini nevndur “Vørðufelli” í Sørvági. Teir skutu 129 harur, sum teir fingu á 10 túrum. Teimum á baki vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Norðaripartur” eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”, eisini í Sørvági. Teir fingu 128 harur á 7 túrum. Á triðja plássi vóru teir, ið skutu í “Kirkjubøhaga - Fyri Heiman” í Kirkjubø.Teir fingu 123 harur á 3 túrum.

Flestu harurnar vórðu skotnar í Sørvági. Tilsamans skutu sørvingar 463 harur. Í Miðvági skutu teir 437 harur og í Vestmannai361 harur.

Triðingur av harunum skotnar í Streymoynni
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 2.011 harur, sum er 38% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2023. Í Vágum skutu teir 1.381 harur, í Eysturoynni 831 og á Borðoynni 361 harur.

Fyri alt landið vórðu skotnar 3,10 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er eitt sindur meira enn í 2022 tá teir í miðal skutu 2,74 harur pr. byrsu hvønn dagin, men minni enn í 2021, tá miðaltalið var 3,33.

Á teimum 556 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2023, var veiðan millum 0 og 74 harur hvønn túrin. Vanligast var tó at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 8,79 harur á hvørjum túri í 2023. Hetta er eitt vet lægri enn 2022, tá miðalveiðan fyri hvønn túrin var 10,13 harur, men eitt sindur meira enn í 2021, tá miðalveiðan var 8,58 harur á hvørjum túri.

Til ber at lesa alla frágreiðingina á hesi leinkjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo