Ferðaseðlaprísurin í Noreg er rættiliga høgur í løtuni, og skalt tú til fótbóltsdyst í Bodø við flogfari úr Oslo, so er kostnaðurin 5000 norskar krónur annan vegin við Norwegian – og tað er uttan bagasju, skrivar norska TV 2.
Mikukvøldið kl. 17.00 føroyska tíð skulu Bodø Glimt og KÍ spæla fyrra dystin í Champions League.
Dysturin verður vístur á R5 hjá Televarpinum, har upptakt byrjar kl. 16.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo