Hvar er fakligi stoltleikin?
Kringvarpið hevur nú sent 5. part í sendirøðini O, móðurlandið!, sum er um tíðina eftir aldarskiftið.
Millum tema´ini,sum hava verið í teimum fyrstu 4 pørtunum, eru m.a. koloniir, fólkamorð (!), kollapsið
av føroyska samfelagnum fyrst í 1990´unum, bjarganin av føroyska samfelagnum eftir kollapsið og
royndirnar at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki.
Eins og i hinum pørtunum er okkurt av tí, sum verður framborið, rætt t.d. at fullveldispolitikkurin skapti ógvusligar polariseringar og at samgongan í fullum álvara ætlaði at niðurbinda komandi landsstýrir og løgting í 12 ár framyvir at føra politikkin hjá fullveldislandsstýrinum at fremja loysing!!
Og hetta, hóast samgonguflokkarnir farnu uml. 30 árini frammanundan bert høvdu havt undirtøku av 46 % av føroysku veljarunum í meðal!
Veljarakanning vísti eisini, at 58 % av føroyingum søgdu nei til ætlanina og Fólkaflokkurin var nóg skilagóður at sleppa henni. Sammetingin við fólkaatkvøðuna í Íslandi í 1944 tykist láturverd, tí har var valluttøkan 98 % og 97 % atkvøddu fyri loysing.
At fullveldissamgongan grundað á, at føringar vóru so ósamdir um loysing og samgongan sjálv eisini innanhýsis var ósamd og við einum evarska lítlum fleirtali fyrstuferð í meiri enn 30 ár helt seg kunna fáa danir a fíggja eina loysing, er óskiljandi. Tíbetur góðtóku danir ikki premissirnar og bjargaðu okkum frá enn einum kaosi.
Hvussu loysingarfólk mistu bæði vit og skil, prógvar tann eina samrøðan, har sagt verður, at mótstøðufólk ikki vóru ill inn á fullveldispolitikarnar, men inn á seg sjálvi, tí loysingarretorikkurin rakti nakað inni í teimum sjálvum!
Og at formaður Javnaðarfloksins heldur skuldi havt hektað seg upp í fullveldisvongin, hóast hetta hevði kostað honum dýrt, tí so hevði hann helst fingið eina bronsustandmynd!
Tíverri er søguforteljingin eisini í hesum partinum nationalistiskt einsporað, har nationalromantikkurin verður uppblástur og glorifiseraður, meðan mótstøða móti loysingarvonginum verður niðurprioriterað og niðurgjørd.
Eisini listin yvir bókmentir avdúkar, at næstan bara nationalistiskar bókmentir liggja til grund fyri sendingini:
##med2##
Hetta vísir við allari týðuligheit, at onnur sjónarmið, enn tey hjá loysingarfólki, eru ikki áhugaverd!
KvF kallar hetta eina “føroyska dokumentarrøð”! Álvaratos, Kringvarp Føroya:
Hvar er fakligi stoltleikin?
Nú er bert 6. partur eftir. Hann kemur hóskvøldið kl. 19.25. Hyggið og lurtið – er hetta veruliga ein dokumentarrøð ella tann reina loysingarpropaganda?
Johan Petersen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo