Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm bøkur út í ársins næsta bókaumfari.
Les meira um nýggju bøkurnar niðanfyriog sí permumyndir.
Peika og finn við risastóru peruni
Kenda og vælumtókta bókin hjá Jakob Martini Strid er nú komin sum stór og lekkur peruskapað pappbók til minstu børnini. Hygg at flottu myndunum og vita, um tú finnur lutirnar.
Mitcho og Sebastian finna ein fløskupost við einum fræi í. Teir planta fræið, og tað verður til eina RISASTÓRA peru! Vinirnir báðir sigla út í verðina í peruni, og á leiðini hitta teir bæði Teir ræðuligu sjórænararnar og Tann ótespiliga sjódrekan.
Bókin er ein pappbók, 18 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.
Eg vil eisini!
Eg vil eisini! er smábarnabók, sum Guðrið H. Jacobsen hevur skrivað, og Henny Dánialsdóttir hevur myndprýtt. Hetta er ein fitt og stuttlig søga við elskuligum myndum um at vilja duga tað, sum hini duga. Men vit eru øll ymisk, og duga øll okkurt serligt!
Fílurin vil duga at sveiggja í trøunum líka sum apan, og apan vil duga at gera springvatn líka sum fílurin. 1, 2, 3 – og nú!
Bókin er innbundin, 24 bls. og til børn, sum eru umleið 2-3 ár.
Eitt hav av kærleika
Pingvinin er á veg at vitja vinin, Bjørnina. Við sær hevur hon eitt kuffert, eina lanternu og eitt stórt loyndarmál. So stórt, at hon helst hevði viljað vent heim aftur beinaveg.
Eitt hav av kærleika hevur fingið avbera góða móttøku, síðan bókin kom út. Sagt hevur verið, at bókin ríkar barnabókmentir og leggur upp til prát millum børn og vaksin. Ein modernaður klassikari við vøkrum, hjartanemandi myndum. Ein hin vakrasta myndabókin leingi. Vakrari fagnaðarrøðu til kærleikan er ring at ímynda sær.
Pieter Gaudesaboos hevur skrivað og myndprýtt. Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt.
Bókin er innbundin, 72 bls. og til børn, sum eru uml. 4-6 ár.
Bókin um tann ótrúliga menniskjakroppin
Visti tú, at menniskjakroppurin er ein tann mest samansetti skapningurin í alheiminum? Her finnur tú eitt yvirlit yvir allar høvuðsskipanirnar í kroppinum, frá beinagrindini, vøddunum og húðini til hjartaæðraskipanina og immunverjuskipanina.
⦁ Finn út av, hví kyknurnar í tínum kroppi eru milliardir ára gamlar
⦁ Les um slóðbrótandi læknavísindi og heilivág í framtíðini
⦁ Greiðir frá fleiri vanligum sálarligum og kropsligum meinbogum, sum gera summi av okkum øðrvísi
⦁ Kanna, hvussu kroppurin riggar, og hvussu tú fært góða heilsu!
Stór plakat fylgir við. Jamie Collins hevur skrivað, og Daniel Hamilton hevur myndprýtt. Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu úr enskum.
Bókin er innbundin, 50 bls. og til børn, sum eru uml. 7-12 ár.
Samveldið – Karanabreytin 3
Saga og ferðalagið umborð á rúmdarskipinum Brimdir seta kós og móti gongustjørnuni Aohm fyri at ávara Tann ovasta sirkulin og forða Almaz fúrsta at taka valdið í stjørnubreytini. Men tey berjast ímóti kensluleysari valdsgirnd, tí fúrstarnir av Kamenia eru ikki teir einastu, sum halda, at tíðin hjá Samveldinum er farin. Í eini roynd at finna samgongufelagar at hjálpa sær í avgerandi stríðnum at bjarga tí, hon trýr uppá, velur Saga at taka nakrar kjansir, sum seta hana og onnur við í lívsvanda. Og nú er tíðin komin hjá Illarion – fíggindanum, hon hevur valt at líta á – at velja síðu.
SAMVELDIÐ er triðja bókin í virðisløntu science-fiction-røðini hjá Ceciliu Eken um Karanabreytina. Ein stórfingin frásøga, har røddirnar flætta seg saman og siga frá um styrki og veikleika, álit og svikaráð, kríggj og so kærleikan, ið ber alt.
Cecilie Eken hevur skrivað, og Laura Mary Jacobsen týddi úr donskum.
Bókin er heft, 438 bls. og ung, sum eru 13 ár og eldri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo