Tá umsóknarfreistin var farin á midnátt 1. juli, hevði Lestrarskrivstovan fingið tilsamans 455 umsóknir um lestrarpláss.
Tvær umsóknarfreistir eru tó ikki farnar enn.
Onnur er 1. august, sum er freistin fyri maskinmeistarar, ið vilja uppstiga seg til bachelor í maskinfrøði, og hin er 15. august, tá freist er hjá lærarum og námsfrøðingum at søkja inn á sínar ískoytisútbúgvingar. So endaliga umsóknartalið verður ikki greitt fyrr enn eftir tað.
Eisini eru aðrar 35 umsóknir komnar til diplomútbúgvingina í føroyskum sum annað mál, sum er eitt serligt samstarv millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið, og sum ikki er partur av tølunum niðanfyri.
Tær 455 umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og tey, sum fáa tilboð um lestrarpláss, fáa boð frá Lestrarskrivstovuni í næstum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo