Russar hava í morgun skotið í minsta lagi 120 rakettir inn í Ukraina.
Rakettirnar hava serliga rakt høvuðsstaðin Kyiv og fleiri aðrar býir, millum annað Zhytomyr og Odesa, skrivar tv2.dk.
Enn eru ongar fráboðanir komnar um fólk, sum hava latið lív, men borgarstjórin í Kyiv Vitali Klitschko sigur sambært The Guardian, at trý fólk eru særd, harímillum ein 14-ára gomul genta, og umleið 40 prosent av húsarhaldunum í Kyiv hava mist streymin eftir álopini í morgun.
Í vesturukrainska býnum Lviv hava 90 prosent av húsarhaldunum mist streymin eftir álopini í morgun.
Nógvar av rakettunum, sum russar hava skotið inn í landið, eru skotnar niður av ukrainsku loftverjuni, men tær, sum loftverjan ikki hevur megnað at skotið niður, hava eftir øllum at døma rakt týðandi infrakervi.
Oleksandr Vilkul, ein hernaðarleiðari í Suðurukraina, skrivar á Telegram, at rakettirnar eru skotnar frá krígsskipum, sum liggja í Svartahavinum.
Hetta er tað mest umfatandi russiska álopið á Ukraina í fleiri vikur, sigur Rasmus Tantholdt, journalistur hjá danska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo