Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Væntast kann, at eini 60 fólk samanlagt koma at búgva í teimum 24 íbúðunum hjá Bústaðir, og svarar hetta til 4% av fólkatalinum í Fuglafirði.

Í desember 2017 kunngjørdu Fuglafjarðar kommuna og Bústaðir, at byggjast skuldu 30 íbúðir úti á Land í Fuglafirði. Umstøður lagaðu tað soleiðis, at hetta ikki var veruleiki í fyrstu syftu.

Eftir áheitan frá Fuglafjarðar kommunu eftirlíkaðu vit at standa fyri at menna og útvikla verkætlanina, ið kommunan hevði stórt ynski um var gjøgnumførd.

Í september 2022 fekk Sp/f Toftanes 2 tinglýst skeyti frá kommununi og longu fyri jól var alt neyðugt arbeiði gjørt við byggibúning og stoypan, so klárt var at seta bygningin upp.

Samstundis í desember 2022 var avtala gjørd við útlendskan byggiveitara, um at seta upp og inniloka bygningin nú í summar. Hesin byggiveitari hevur frammanundan framt fleiri byggiverkætlanir í Føroyum, millum annað fyri Bústaðir.

Ímeðan samráðingar hava verið partanna millum, og øll formlig viðurskifti eru greidd, hevur arbeiðið hildið fram, og ger hetta, at íbúðarbygningurin verður settur upp sum ætlað í summar, nú við Bústaðir sum byggiharra og eigara.

Vit síggja hetta sum eina sólskinssøgu fyri Fuglafjørð sum bý, og tíðin fer at vísa, at tørvurin á íbúðum í Fuglafirði ikki verður nøktaður við tí sum Bústaðir nú byggir.

Tær fyritøkur, sum eftir ætlan skuldu eiga íbúðarbygningin, kunnu nú gera aðrar íløgur í staðin fyri.

Sp/f Toftanes 2 fegnast um góða og jaliga framburðin og úrslitið, og at hava staðið fyri at útvikla, menna og selja hesa verkætlan, sum eisini er høvuðsvirksemi okkara.

Eisini gleðast vit um, at rætti eigarin Bústaðir verður til hesa verkætlan, sum er besta trygdin fyri framtíðina bæði hjá leigarum og Fuglafirði sum býi.

Sp/f Toftanes 2
Eyðfinn Reyðberg, stjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo