Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talið av føroyingum sum árliga fáa staðfest prostata-krabba økist, og tí var tað í tøkum tíma at vit fingu ein nýggjan MR-skannara í Klaksvík, so føroyingar sleppa frá at skula fara til Danmarkar at skannast.

Í sambandi við at einir 28 føroyingar skuldu niður til Aalborg at skannast fyri prostata-krabba, ístaðin fyri at verða skannaðir við nýggja MR-skannaranum í Klaksvík, sendi VP tveir spurningar til Heilsumálaráðið, sum so sendi teir víðari til Landssjúkrahúsið.

Og nú hevur stjórnarfulltrúin á Stjórnarskrivstovuni á LS svarað.

Fyrsti spurningur hjá VP var, hvussu nógvir føroyskir sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar/ Aalborg Universitets hospital í sambandi við prostata-skanning í 2023 og higartil í 2024?

- Í 2023 vóru 40 føroyskir sjúklingar sendir til Aalborg Universitets hospital til prostata-skanning. Í tíðarskeiðinum januar-mai 2024 er talið 16 sjúklingar, er svarið.

Biðið var so um innlit í samskiftið millum Aalborg Universitets hospital og Landssjúkrahúsið í sambandi við at yvir 20 føroyskir prostata-sjúklingar verða sendir til Danmarkar at MR-skannast, tí teir ikki kunna skannast á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Og her er svarið:

- Síðan 2018, tá avtala varð gjørd við Aalborg Universitetshospital um at senda føroyskar sjúklingar til MR-skanningar í Aalborg, hevur tað verið vanlig mannagongd, at ávísingin er blivin send frá Sjúkrahúsverkinum til Aalborg Universitetshospital.

- Inntil tað er klárt at gera MR-skanningar av prostata í nýggja MR-skannaranum í Klaksvík, hevur tað allatíð verið ætlanin, at sjúklingar skulu ávísast til Aalborg, tað finst tí einki samskifti við Aalborg Universtietshospital um hetta, tí vit einans halda fram við verandi mannagongd.

- Sambært tíðarætlanini fyri verkseting av MR-skannaranum í Klaksvík, er ætlanin at upplæring av starvsfólki í at gera prostata-skanningar skal fara fram í heyst, og at byrjast skal við at gera prostata-skanningar í september-oktober, verður svarað.

Les eisini:

28 sjúklingar til Aalborg heldur enn Klaksvíkar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo