Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Útnorðurráðið: Útnorðurráðið heldur í hesum døgum 40. ársfund ráðsins í Tórshavn. Á ársfundinum, ið var settur í Norðurlandahúsinum týsmorgunin, hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum.

Ráðið er mannað av 6 tinglimum úr hvørjum landi í útnorðri, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt luttaka politikarar og gestir úr hinum Norðurlondunum.

Á fundinum umrøður ráðið viðurskifti av áhuga fyri londini í útnorðri. Á skrá fyri ársfundin hesa ferð eru evnini sivil tilbúgving í útnorðri og mál í útnorðri í einum talgildum heimi á skránni. Harumframt viðgerð ráðið onnur viðkomandi evni, herímillum altjóða samstarv.

Eisini verður Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins handað í sambandi við ársfundin.

Virðislønin verður latin á øðrum hvørjum ári, og í ár eru útvaldu bøkurnar Flytifuglar eftir Elina á Rógvi, Eli aalisagarsuarlu eftir Apollus Inûsugtok (GL) og Héragerði eftir Lóu H. Hjálmtýsdóttir (IS). Virðislønin verður handað hósdagin 29. august kl. 17 á almennum tiltakið í Norðurlandahúsinum.

Grønland tekur við formanssætinum í formansskapinum fyri komandi árið. Nýggjur formaður verður Doris J. Jensen, Steinunn Tóra Árnadóttir verður 1. næstformaður og verandi formaður, Jenis av Rana, verður 2. næstformaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo