Hvat er tað sum ger, at nøkur parløg halda alt lívið? Og hvat skal til fyri at fáa eitt kærleiksfult og eydnuríkt lív saman?
Eftir at hava granskað yvir 3.000 pør í meira enn 40 ár, halda sálarfrøðingahjúnini John og Julie Gottman, at tey hava funnið uppskriftina.
Antin mann hevur verið giftur í fleiri áratíggju ella akkurát farin at ganga saman, so eru nøkur ting, sum tey halda eru alneyðug so parlagið virkar.
Við teirra hátti siga tey, at tey kunnu siga frammanundan, um eitt par fer at skiljast ella ikki við yvir 90 prosent vissu. Og tað eftir einar 25 minuttir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo