Løgreglan: Fríggjadagin fall dómur í máli um smugling av uml. 25 kg av hassji til Føroya. Teir ákærdu fingu ávikavist 3 ár og 1 ár og 3 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.
Málið, sum var viðgjørt av einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í síðstu viku, snúi seg í høvuðsheitum um tvey føri av smugling av hassji til Føroya. Nøgdirnar vóru ávikavist uml. 15 kg og uml. 10 kg Tveir menn blivu fríggjadagin dømdir í málinum.
Maðurin, sum fekk 3 ára treytaleysa fongsulsrevsing, var var ákærdur fyri báðar innsmuglingarnar av hassji á íalt uml. 25 kg. Maðurin var harumframt ákærdur fyri 11 onnur smærri brot á rúsevnislóggávu, m.a. sølu av amfetamini. Maðurin bleiv dømdur fyri øll brotini. Dómsmansrætturin legði í ásetingini av revsingini m.a. dent á stóru mongdina av hassji, at maðurin hevði ein avgerandi leiklut í smuglingunum, og at hann, meðan hann var avlurtaður av politinum, hevði givið til kennar, at hann var ein týdningarmikil persónur á hassjmarknaðinum í Føroyum.
Hin maðurin, sum bara var ákærdur fyri smuglingina uppá uml. 15 kg, bleiv dømdur 1 ár og 3 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin varð dømdur fyri at hava viðvirkað til smugling av 10 kg av hassji til Føroya. Dómsmansrætturin dømdi sostatt ikki mannin fyri smugling av samlaðu mongdini og legði í tí sambandi dent á, at maðurin ikki hevði havt hassjið um hendi, og at hesin maðurin spældi ein minni leiklut í málinum.
Báðir teir dømdu tóku umhugsunartíð og hava sostatt 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast.
Hassjmálið, sum var viðgjørd í Føroya Rætti í síðstu viku, er sama mál, sum í oktober 2023 bleiv avbrotið av inhabiliteti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo