Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Tá Lestrarskrivstovan hevði gjørt tølini upp eftir umsóknarfreistina 1. juli 2022, kundi staðfestast, at eitt sindur færri umsóknir eru komnar inn í ár samanborið við í fjør.

Samanborið við í fjør er talið á umsóknum fallið 13,8 prosent.

Lægri tal av umsóknum sæst eisini aðrastaðni, t.d. í Danmark, har afturgongdin er 15 prosent.

Hildið verður, at árini við koronu fingu nógv fleiri at søkja sær lestrarpláss. Í 2020 søktu 453 um lestrarpláss á Setrinum og árið eftir 455. Í ár er talið 392, tá vit telja  tær 64 umsóknirnar við, sum vóru til eyka vetrarupptøkuna til sjúkrarøktarfrøði. Tá fingu 25 eyka lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði, og hugsandi er, at nøkur teirra, sum ikki fingu pláss tá, hava aftur søkt nú.

“Óvanliga mong valdu helst at fara at lesa, meðan koronustongsul var, og nú so nógv virksemi er í samfelagnum, og arbeiðsloysið er søguliga lágt, bara 0,9 prosent, viðvirkar hetta kanska til, at fólk útseta lesturin”, sigur Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Hyggja vit eftir umsøkjaratalinum áðrenn koronuávirkanina, so søktu 372 inn á Setrið í 2019, og tað merkir, at vit hava 5,4 prosent fleiri umsóknir í ár, tá vit rokna vetrarupptøkuna uppí.

Í Danmark er talið á umsóknum fallið umleið 10 prosent samanborið við 2019.

Stúran um prísgongdina
“Vaksandi inflatiónin og tað eyka trýstið á privatbúskapin man eisini ávirka avgerðina um at fara undir hægri lestur ella ikki”, sigur rektarin.
Hagstovan boðaði fyrr í vikuni frá, at húsarhaldini eru svartskygd, tá tey skulu svara um fíggjarligu útlitini, og munandi færri halda, at løtan nú er tann rætta til at gera størri íløgur.

At fara undir hægri lestur er ein stór íløga á so mangan hátt, ikki minst fíggjarliga. Setrið hevur kannað umstøðurnar hjá teimum lesandi, og úrslitini siga eisini greitt, at tað fíggjarliga fyllir nógv.

Seinasta kanningin hjá Lestrarskrivstovuni vísti, at miðalaldurin á lesandi á Setrinum er 33 ár. Meira enn helvtin hevur børn undir 18 ár og fleiri enn 75 prosent egnan bústað. Hetta setir sjálvandi krøv til inntøku, og í kanningini siga meira enn 75 prosent, at tey mugu arbeiða, meðan tey lesa, og av teimum siga meira enn 36 prosent, at tað hevur neiliga ávirkan á lesturin. Umleið 23 prosent av teimum lesandi siga seg hava umhugsað at gevast við lestrinum vegna fíggjarstøðuna, og hesi kanningarúrslit eru fingin, áðrenn inflatiónin av álvara fór at vaksa.

“Alt talar fyri, at vit eiga at menna liðiligar lestrarmøguleikar við m.a. parttíðarlestri, har útbúgvingar kunnu toyggjast yvir longri áramál, so tað verður høgligari hjá fólki at arbeiða samstundis. Ein slík umlegging krevur, at nógvir partar samstarva um tað, tí hetta ávirkar regluverk, lestrarstuðul, útbúgvingarskipan o.s.fr.”, sigur rektarin.

Hann vísir á, at vit kanska kunnu fáa íblástur úr Finnlandi, har tey í samstarvi við UNESCO leggja lunnar undir at endurskipa hægri útbúgvingarnar eftir tí, sum á fakmáli kallast FLP (Flexible Learning Pathways). Á sama hátt hevur nýggja frágreiðingin hjá Vakstrarforum um útbúgvingarverkið, sum løgmaður setti, víst á gongdar leiðir at bróta upp úr nýggjum”, sigur Chik Collins.

Stóru vælferðarútbúgvingarnar
Stóra afturgongdin í umsøkjaratalinum í Danmark til vælferðarútbúgvingarnar - sjúkrarøktarfrøði (- 28%), námsfrøði (-18%), lærara (- 12%) og sosialráðgeva (-17%) – hevur loypt hvøkk á og fingið Jeppe Petersen, útbúgvingarmálaráðharra, til at boða frá átøkum. Sí tølini her.

Tølini á umsóknum til vælferðarútbúgvingarnar í Føroyum eru ikki eins døpur, tó at afturgongd eisini kann staðfestast á summum teirra.

Taka vit eykaupptøkuna í vetur við, so er umsøkjaratalið til sjúkrarøktarfrøði vaksið úr 79 upp í 102, til lærara er talið minkað úr 75 niður í 64 og til námsfrøði úr 68 niður í 55.

Seinastu árini hava fleiri føroyingar søkt um lestrarpláss á Setrinum enn á universitet í Danmark. Enn eru tølini ikki komin úr Danmark um, hvussu tað sær út í ár, so ikki er greitt í løtuni, um tann gongdin heldur fram.

Lestrarskrivstovan boðar frá, at av teimum 392 umsøkjarunum hava 285 fingið tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya (har eru 25 tald við frá eyka vetrarupptøkuni til sjúkrarøktarfrøði).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo