Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrstu árini gekk eg í Fólkaskúla í Porkeri og realskúla í Vági. 15 ára gamal, fór eg ároyndarfiskiskap í Grønlandi við Karin K og 10 øðrum bátum, har eg var við Mathildu úr Leirvík.

Ì okt.59 varð eg settur í starv, sum vikarur á Stóru Dímun, og varð eg har frá 1.okt. Til  1.apríl. Øllárini frá 1959 til 1963.

Síðani fekk eg lærarastarv í Tjørnuvík, frá aug.1963 til juli 1964.

Eg var sjómaður frá apríl til okt., tí tey árini eg var vikarur á Stóru Dímun,fiskaði eg við b æði Ísland, Føroyar og Grønland.

Eg fiskaði m.a. Við Jóhonnu og annars við Porkeningi og Porkerisnesi fyri at nevna onkrar. Fyri ordan skuld, vil eg eisini nevna, at eg átti í Porkerisnesi.

Av tí eg ikki fekk sýnsprøvan, og so statt kundi fara at lesa til skipara, valdi eg læraravegin, sum mínir forfedrar hava gjørt.

Fyrst fór eg á háskúla í nStøvring í Jyllandi, oh síðani á læraraskúla í Holdbæk á Sjællandi. Eftir fýra ár, tók eg læraraprógv og tað gjørdi táverandi kona mín eisini. Vit høvdu gingið í sama flokki øll fýra árini.

Eg vildi búgva við sjógvin og vit búsettust í Nyborg, har fingu vit tveir synir, Carl Johan og Henrik, sum í dag eru 51 og 48 ár. Báðir eru giftir og hava høga útbúgving.

Tá hjúnarlagið slóknaði, søkti eg til Føroyar og fekk starv í Fuglafirði, har eg havi búðleikast í 39 ár.

Eg má siga, at eg var sera heppin, at fáa loyvi at búgva í hesi vøkru bygd. Sjálv bygdin er sera vøkur, ein sonn perla, vakrasta bygd eg nakrantíð havi sæð, og liva í.

Fólkini eru sera fitt og vinarlig, so eg kann ikki unskja mær meira.

Tá eg fekk eina góða konu, ið eg framvegis eri giftur við. 13 juli í 1996 á 38 ára føðingardegi hennara giftust vit, og kunnu tí halda silvurbudleyp tann 13.juli 2021.

26.juli verður okkara elskaði sonur Johan Magnus 25 ár, og 9.juli verið eg 78 ár.

Gud er og hevur verið góður við okkum

Dagfinnur Danbjørg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo