Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Enska landsliðið man metast sum ein outsidari til at vinna EM endaspælið næsta ár.

Liðið er komið ígjøgnum nærum lýtaleyst ígjøgnum undankappingina og vann í kvøld tann síðsta dystin í bólkaspælinum 4-0 ímóti Kosovo á útivølli.

Hóskvøldið vann Ongland heili 7-0 ímóti Montenegro á Wembley.

Ongland fekk í alt 21 av 24 møguligum stigum í bólki A.

Tann einasti dysturin, Ongland misti stig í í bólki A, var á útivølli ímóti Kekkia í oktober. Tá tapti Ongland 2-1.

Spurnartekin hava eisini verið sett við ensku verjuna, sum í september lótu trý mál fara inn ímóti Kosovo í Southampton.

Ongland hevur tó eitt tað vandamesta álopið í Evropa og vann tann dystin 5-3.

Bólkurin hjá Onglandi var nú ikki tann truplasti, men hóast hetta eigur Ongland rós fyri at hava skotið heili 37 mál í átta dystum. Harundir vóru fleiri stórsigrar á vegnum (sí yvirlit niðanfyri).

Kosovo-Ongland 0-4 (0-1)
0-1: Harry Winks, 32
0-2: Harry Kane, 79
0-3: Marcus Rashford, 83
0-4: Mason Mount, 90+1

Dystir hjá Onglandi í bólki A:
Ongland-Kekkia 5-0
Montenegro-Ongland 1-5
Ongland-Bulgaria 4-0
Ongland-Kosovo 5-3
Kekkia-Ongland 2-1
Bulgaria-Ongland 0-6
Ongland-Montenegro 7-0
Kosovo-Ongland 0-4

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo