Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólkakirkjan: Miðføstusunnudag gongur talvan í fólkakirkjuni til frama fyri neyðstødd úti í heimi. Hetta er ein 100 ára gomul siðvenja, ið kristnar kirkjur hava havt í øldir: At hugsa um medmenniskjað og næstan nær og fjar og hjálpa til eftir førimuni.

Hesi hundrað árini hevur neyðin leikað á mangar staðir í heiminum. Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Danmark, ið fólkakirkjan í Føroyum samstarvar við, var sett á stovn sum ein fylgja av fyrra heimsbardaga og tí neyð, ið var í Evropa.

Í ár kom nógvur peningur í talvuna miðføstusunnudag. Eisini hava einstaklingar stuðlað væl, nú kontonummarið hevur verið lýst á heimasíðu fólkakirkjunnar.

Harafturat fegnast biskupur um, at kirkjur, samkomur, ítróttarfeløg, skúlar og onnur hava tikið lógvatak saman við Reyða Krossi og verið við til at samla inn til tey neyðstøddu. Kristin tænasta og manngott arbeiði eiga at ganga hond í hond.

Við atliti at talvuni miðføstusunnudag í kirkjunum og gávunum frá einstaklingum verður sagt frá, at 363.102 kr. eru umvegis Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í DK sendar til hjálpararbeiðið millum neyðstødd í Ukraina.

Túsund tøkk fyri gávuna og stuðulin.

Guðs frið og signing,
biskupur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo