Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Trygging: Betri Trygging hevur gjørt 2023 upp, og bara einaferð áður hava verið fleiri skaðar enn í fjør. Serliga var tað ódnin í februar, sum elvdi til nógvar skaðar. Hóast kundarnir tilsamans fingu heili 358 milliónir í endurgjaldi, er úrslitið gott. Serliga íløgurnar góvu gott avkast

Óvanliga nógvir skaðar, yvir hálvtfjórðhundrað milliónir krónur í endurgjaldi og gott úrslit, serliga tí íløgurnar aftur geva gott avkast. Hartil fleiri og betri tryggingar og tænastur - og eitt stórt stig inn í talgilda heimin við appini Mín Trygging. So stutt kunnu vit taka saman um 2023.

- Íløgumarknaðurin, sum seinastu árini hevur verið svikaligur, gav í fjør aftur gott avkast. Meginparturin av yvirskotinum, sum gjørdist 84 milliónir krónur, stavar frá íløgunum, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Talið á kundum veksur eisini støðugt, og fólk tryggja seg sum heild betur við fleiri tryggingum og fleiri tilvalum enn fyrr.

- Betri Trygging endurrindaði í fjør omanfyri 13.000 skaðar. Tað er næststørsta skaðatalið nakrantíð hjá Betri Trygging. Bara ódnin í februar elvdi einsamøll til yvir 1300 skaðar, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Virksemið annars
Í fjør komu eisini tvær nýggjar vinnutryggingar. Onnur er Rakstartap av sjúku og skaða – og hin er Trygging fyri álop á netinum.

- So seint sum í vikuni vóru fleiri føroyskar fyritøkur fyri netálopi, og áhugin fyri hesi tryggingini hevur eisini verið sera stórur, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Tryggingarnar til bát og djór vórðu dagførdar og fingu betri dekningar - og arbeiðsskaðatryggingin bleiv við lóg broytt, soleiðis at hon frameftir skal prístalsjavnast.

- Vit eru púra samd í, at arbeiðsskaðatryggingin eigur at fylgja kostnaðarstøðinum í landinum, soleiðis at tey, sum gerast langtíðarsjúkameldað, fáa eitt hóskandi útgjald. Men lógarbroytingin hevur gjørt tað neyðugt at hækka avsetingina til arbeiðsskaða munandi, nú vit skulu seta væl størri upphædd av til tey, sum eru í skipanini, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Betri Trygging gjørdist í fjør eisini limur í Sólblómuskipanini, so kundar við ósjónligum breki frameftir fáa betri tænastu – og so vóru fleiri kunningartiltøk, eitt nú um eftirskúla, tryggleika hjá smábørnum, netálop og skaðafyribyrging innan vinnuna.

- Í fjør bleiv eisini gjørligt at rinda tryggingarnar mánaðarliga – og so sló talgilda tænastan, Mín Trygging, øll met. Kundarnir hava av álvara tikið appina til sín, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

- Vit fegnast um góða úrslitið á 84 milliónir kr. Vit vita jú, at viðurskiftini broytast skjótt í hesi vinnuni, og bara higartil í ár hava vit havt heilar tríggjar heilt stórar skaðahendingar. Tí ræður um, at vit altíð hava nakað at standa ímóti við, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo