Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Tryggingarfelagið LÍV: Tryggingarfelagið LÍV og Sp/f Jóan Petur Vang hava gjørt eina avtalu um bygging av 33 íbúðum á Hamrinum á Argjum. Talan er um verkætlan sum fevnir um tríggjar íbúðarbygningar við 11 íbúðum hvør, ið væntandi verða lidnar at taka í nýtslu á sumri 2026.

LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og gjørdi á várið 2023 eina samstarvsavtalu við Bústaðir um 22 leiguíbúðir á Heimasta Horni í Tórshavn.

LÍV arbeiðir miðvíst við at gera enn fleiri íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum og er avtalan um íbúðirnar á Hamrinum ein liður í hesum arbeiði.

Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd longu hálvan mai í ár og verða íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í áðrenn summarið í 2026.

Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri í Føroyum.

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV sigur:

”Endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum okkara eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing og at íløgurnar eisini skulu koma kundum okkara, og føroyska samfelagnum, til góðar. Vit meta tí, at tað passar væl inn í virkisøkið hjá okkum, at eftirlønaruppsparingarnar hjá kundum okkara, koma út at arbeiða í Føroyum og samstundis eru við til at loysa eina stóra samfelagsliga avbjóðing”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo