Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ovastevnan: Søgnin um kongsdóttrina í Nólsoy livir so leingi, sum fólk fortelja hana. Hvørt mansbarn í Nólsoy kennir søgnina uttanat, men nú verður hon sett á pall, sum sangleikur. Ovastevnuskráin í ár er rúgvismikil, men aftrat hesum verður gamla flakavirkið umskapað til sjónleikarhús.

Leikurin tekur støði í søgnini um kongsdóttrina, sum kom úr Skotlandi til Føroyar og búðsettist í Nólsoy. Hetta er ein sangleikur fyri stór og smá. Spælt verður á gamla flakavirkinum, sum í løtuni er umskapað til eitt serligt leikhús. Uppsetingin er eitt samstarv millum ovastevnunevndina, bygdafelagið og stigtakararnar.

Royndi leikritahøvundin Gunvor Reynberg, sum er hálvur føroyingur, fekk litið upp í hendur at skriva leikrit til ein sangleik, við útgangsstøði í kendu søguni um skotsku kongsdóttrina í Nólsoy. Nólsoyingar hava síðani gjørt restina. Gunnvør og Hilmar Joensen hava týtt handritið til føroyskt og kendi tónleikarin Kim Hansen hevur gjørt tónleikin. Súni Joensen hevur ljóssniðgivið og Nicolaj Falck hevur staðið fyri pallsniðgevingini. Gunnvør Joensen hevur leikstjórnað.

Umframt hetta búgva flestu leikararnir í Nólsoy ella hava tilknýti til bygdina. Beinta Ingeborg Greve hevur leiklutin sum kongsdóttir og Petur Meinhard Ellebye Andersen er rossadrongur, unnusti hennara.

Tó at Nólsoy er gomul sjónleikarabygd, eru nú nøkur ár síðani, at leikarar í bygdini hava verið á palli. Tí gleða fólk seg almikið til ovastevnu, at sleppa at síggja leikin.

Frumsýningin hósdagin 10. august kl. 17:00
Sýningar annars :
Fríggjadagin 11. august kl. 14 og kl 17
Leygardagin 12. august kl. 12:30 og 16.00
Sunnudagin 14. august kl. 18.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo