Tilsamans 2.989 næmingar fara í skúla í Tórshavnar kommunu í morgin, umframt tey 78, sum fara í forskúla.
Skúlin á Fløtum er størsti skúli við 756 næmingum, Eysturskúlin hevur 495, Skúlin við Løgmannabreyt 421, Skúlin á Argjahamri 373, Hoyvíkar skúli 355, Sankta Frans skúli 315, Kollafjarðar skúli 127, Velbastaðar skúli 45, Lítliskúli 41, Frískúlin í Havn 27, Kaldbaks skúli 24 og Nólsoyar skúli 10 næmingar.
Tilsamans 268 nýggir næmingar fara í fyrsta flokk og 78 í forskúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo