Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Um vikuskiftið vóru omanfyri 300 børn og ung á fótbóltsskúla í Sørvági og á Toftum - Mynd: Bjarni Enghamar

Um vikuskiftið vóru omanfyri 300 børn og ung á fótbóltsskúla í Sørvági og á Toftum - Mynd: Bjarni Enghamar

Um vikuskiftið vóru omanfyri 300 børn og ung á fótbóltsskúla í Sørvági og á Toftum - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF:  – Vit eru sjálvandi glað fyri góðu undirtøkuna, ið Fótbóltsskúlarnir hava fingið. Tað hevur eisini gingið væl at fáa hjálparfólk, so sum heild eru vit sera væl nøgd, sigur Christina Ravnsfjall, samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Um vikuskiftið hevur verið skipað fyri tveimum fótbóltsskúlum. Fríggjadagin og leygardagin var fótbóltsskúli á Dungasandi í Sørvági, og leygardagin og sunnudagin var skipað fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum.

Og sigast má, at undirtøkan hevur verið rættiliga góð. Í Sørvági vóru beint omanfyri hundrað luttakarar, meðan gott og væl 200 børn og ung vóru á fótbóltsskúla á Toftum.

Tilsamans fimm fótbóltsskúlar eru á skránni í summar. Í juli mánað verður skipað fyri fótbóltsskúlum á Argjum og á Skála, og í august verður fótbóltsskúlin í Havn. Fríggjadagin og leygardagin, 9. og 10. juli Inni í Vika á Argjum, og hósdagin og fríggjadagin, 22. og 23. juli undir Mýruhjalla á Skála.

Fótbóltsskúlin í Havn skuldi upprunaliga vera 28. og 29. juni. Men av tí at arbeiðið, at skifta graslíkið á Niðara vølli í Gundadali byrjar fyrr enn ætlað, er fótbóltsskúlin fluttur til mánadagin og týsdagin, 16. og 17. august (fólkaskúlarnir byrja mikudagin 18. august).

Enn eru nøkur pláss eftir á fótbóltsskúlunum á Argjum, á Skála og í Havn. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaðurin fyri at luttaka á hvørjum einstøkum fótbóltsskúla er 400 kr. Men tað ræður um at gera skjótt av. Kostnaðurin hækkar nevniliga til 500 kr., tvær vikur áðrenn skúlin byrjar.

Tað er Fótbóltssamband Føroya, saman við 07 Vestur, B68, AB, Skála og HB, ið skipar fyri fótbóltsskúlunum 2021.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo