Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í seinastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum kom í vár, tekur ráðið fram nakrar útbúgvingar og sammetir við, hvør tørvurin er á teimum, sum nema sær hesar útbúgvingar.

Endamálið er at lýsa nakrar liðir í føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum møguliga kunnu geva eitt ávegis grundarlag fyri at gera metingar um, hvørt ella hvussu arbeiðsvirknið í Føroyum (herundir talið av arbeiðsplássum og manning til tey) kann vaksa, og harvið møta haldførisavbjóðingini móti føroyska samfelagnum.

Í summar hevur verið kjak um, hvør Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya tekur ov nógv lesandi inn á læraraútbúgvingina samanborið við tørvin á lærarum. Flestu skúlar fingu rættiliga fitt av umsóknum til størvini, sum vórðu lýst leys, og sum skilst vóru tað nógvir lærarar, ið einki starv fingu tá ella hava fingið síðan; umframt vita vit, at tað eru lærarar, hvørs læraraprógv ikki er spildurnýtt, sum heldur ikki hava starv.

Tí vóru røddir frammi, sum søgdu, at tað var skilabetri at brúka orkuna á Námsvísindadeildini til eftirútbúgving av verandi lærarum, sum so stórur tørvur er á, heldur enn at útbúgva fleiri lærarar til arbeiðsloysi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo