Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, segði, at fortreytin fyri samfelagsligari menning er, at vit fyrst fáa høvi at mennast sum einstaklingar, og at vit tí taka av menningini, tá høvið býðst. Hon handaði síðani prógvini.

Jenny Lydersen, undirvísingarstjóri á Mentamálaráðnum, ynskti nýggju vegleiðarunum blíðan byrð og at teirra arbeiði má verða til gagns fyri skúlarnar - og næmingarnar

- Nýggja útbúgvingin er ein liður í menningini av fólkaskúlanum. Hon er eitt framstig fyri støddfrøði sum lærugrein – og sanniliga eisini fyri næmingarnar í føroyska fólkaskúlanum.

Tað sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, sum hevur verið toghaldari á nýggju vegleiðaraútbúgvingini í støddfrøði.

Tað var seinnapartin í dag, 20. september, at 30 lærarar fingu prógv, tí tey hava lokið útbúgving sum vegleiðarar í støddfrøði. Talan er um eina diplomútbúgving, sum Mentamálaráðið hevur skipað fyri í samstarvi við danska professiónsútbúgvingarstovnin, UCC.

Nýggju vegleiðararnir starvast sum lærarar í skúlum kring alt landið – flestu teirra í fólkaskúlanum og onkur á miðnámi. Tey skulu framyvir í høvuðsheitum verða vegleiðarar hjá øðrum støddfrøðilærarum og hjá sínum skúlaleiðslum. Tey skulu tó eisini vegleiða viðvíkjandi undirvísing hjá næmingum við serligum avbjóðingum innan støddfrøði.

Jenny Lydersen fegnast um leistin, útbúgvingin er skipað eftir, tí vegleiðararnir fara nú út um landið at bera sínum starvsfeløgum og leiðslum nýggjastu vitanina og nýggjastu arbeiðshættirnar. Tað ger, at ringarnir av útbúgvingini spjaða seg ógvuliga víða og koma soleiðis sera nógvum næmingum til góðar, sigur hon.

Mentamálaráðið hevur áður skipað fyri eftirútbúgvingum fyri lærarar innan lesing og innan serøkið, og nú átti støddfrøðin tørn.

- Støddfrøði er ein stór lærugrein, sum er broytt nógv seinastu árini. Frá mest at arbeiða við tølum er nú talan um eina nýggja tilgongd til støddfrøði, greiðir Jenny Lydersen frá og vísir á hugtøk sum “námsfrøðilig støddfrøði”, "talblindni" og ymisk støddfrøðilig læriamboð.

Vegleiðaraútbúgvingin í støddfrøði er bæði faklig og námsfrøðilig, og hon er bygd á nýggjastu vitanina innan støddfrøðisliga læring. Tey lesandi hava millum annað ognað sær førleikar í at menna og halda við líka eina eftirmetingarmentan í støddfrøði, at taka stig til og menna fakliga orðaskifti í støddfrøði á skúlanum og skipa arbeiði við atliti til at menna støddfrøðiundirvísingina í skúlanum. Ætlanin er, at nýútbúnu vegleiðararnir skulu fremja og integrera støddfrøðivegleiðing í dagligu undirvísingini og virksemi skúlans.

Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, handaði prógvini seinnapartin. Hon vísti í røðu síni á týdningin av, at vit sum einstaklingar menna okkum alt lívið, tí tað er grundarlagið undir at menna og flyta alt samfelagið.

Útbúgvingin hjá støddfrøðivegleiðarunum byrjaði á vári 2014 og endaði við ritgerð undan summarferiuni nú í ár. Útbúgvingin er á tilsamans 60 ects.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, segði, at fortreytin fyri samfelagsligari menning er, at vit fyrst fáa høvi at mennast sum einstaklingar, og at vit tí taka av menningini, tá høvið býðst. Hon handaði síðani prógvini.

Jenny Lydersen, undirvísingarstjóri á Mentamálaráðnum, ynskti nýggju vegleiðarunum blíðan byrð og at teirra arbeiði má verða til gagns fyri skúlarnar - og næmingarnar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo