Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Annbritt Toftegaard metir, at trý viðurskifti høvdu gjørt stóran mun, tá ið talan er um leiðslu í skúlanum. Ovast á listanum hevði verið at ásett tímajáttanina soleiðis, at hon leggur upp fyri øllum, sum fólkaskúlalógin ásetur, og at skúlaleiðslan fekk betri rásarúm at leiða skúlan innan fyri ein ávísan karm.

- Skúlin á Giljanesi fær umleið 680 tímar um vikuna, og tað er akkurát nóg mikið at lúka krøvini í fólkaskúlalógini, har er eingin tími í avlopi. Avbjóðingin hjá okkum er, at vit skulu taka tímar av tímajáttanini til ymiskt, til dømis umleið 2,8 prosent til vikartímar og skeiðsvirksemi. Kravið frá myndugleikunum er at, um fleiri enn 15 næmingar svimja, skal ein eyka svimjilærari við. Hjá okkum svimja altíð fleiri enn 15 næmingar í senn, og tí hava vit altíð brúk fyri eyka svimjilærara. Við øðrum orðum mangla vit umleið 30 tímar hvørja viku. Hvørjum skal eg taka tímarnar frá?

Á øðrum plássi hevði hon sett tímar av til serhjálp, ið altíð er til taks, um tørvur er á henni, til skúlastjórar. Skúlastjórar eru starvsfólkaleiðarar í skúlanum, og sum starvsfólkaleiðari ert tú mangan sálarhirði hjá starvsfólkunum.

- Lærarar og starvsfólk skúlans annars kunnu koma út fyri ógvisligum hendingum, ágangi, harðskapi ella øðrum, har eg sum skúlastjóri má vera tøk, til reiðar at lurta og hjálpa ella syrgja fyri, at tey fáa ta hjálp, teimum tørvar. Samanlagt í einum skúlaári kunnu fleiri slíkar støður vera, og tað kann vera sálarliga krevjandi og tæra upp á arbeiðsgleðina og orkuna. Spurningur er, hvør er sálarhirðin hjá skúlastjóranum/leiðsluni? Tí eigur ein skipan at gerast, har leiðslan kann leita sær hjálp og vegleiðing frá serkønum. Summir skúlastjórar og leiðslur søkja um at sleppa at tosa við sálarfrøðing, men eg haldi, at tað eigur at verða innbygt í skipanina, at skúlastjórar fáa tímar, uttan at skula søkja um tað. Mín meting er, at bráðfeingis hjálpin til leiðslur eigur at verða lætt tilgongilig. Eg ivist onga løtu í, at skúlastjórar gera alt teir eru mentir at hjálpa starvsfólkum og næmingum, sum eru komin í truplar støður. Men kemur leiðslan sjálv út fyri ógvusligum hendingum, eru tað nógvar hurðar, sum eg skal ígjøgnum, áðrenn eg fái hjálp.

At vera skúlastjóri er ikki eitt arbeiði frá kl. 8.00-16.00. Ofta eru tað langir arbeiðsdagar við fundum og planleggingum.

- Hóast eg fari heim, er tað viðhvørt torført at sleppa arbeiðnum. Hetta er nakað, eg støðugt má verða tilvitað um, soleiðis at arbeiðið ikki tekur ov nógv av familjulívinum. Sum skúlastjóri er altíð okkurt, sum hastar og sum eg skal orðna. Tað kunnu vera mál í sambandi við m.a. næmingar, foreldur, lærarar, Sernám, barnavernd, kommununa og so framvegis. Listin er langur. At arbeiða sum skúlastjóri er á mangan hátt ein lívsstílur. Mær dámar væl mítt arbeiði og at standa við leiðsluni við at mynda skúlan. Tað er við virðing og eyðmýkt, at eg geri tað. Tað er gevandi og hugaligt at leiða ein dugnaligan starvsfólkahóp. Ein starvsfólkahóp við fakligum stoltleika og sum gongur høgt upp í sítt yrki og hevur skúlan sum hjartamál.

Les alla greinina, sum er í Skúlablað nr 6, 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo