Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á Norðoyastevnu í 2012 fyrilá úrslitið av altjóða arkitektakappingini um innrætting av nýggja miðbýnum. Klaksvíkar býráð hevði samtykt at skipa fyri hesi kappingini, og var hetta ein spennandi tíð fyri meg sum borgarstjóri.

Uppskotið hjá Henning Larsen arkitektum við Ósbjørn Jacobsen arkitekti vann kappingina, sum hevði metstóra luttøku við fleiri enn 150 uppskotum til nýggjan miðbý í Klaksvík.

Gongur við rúkandi ferð
Síðan kappingina eru fleiri bygningar reistir í hjartanum av nýggja miðbýnum, har tann fyrsti var Biskupstorg, sum fevnir um ein spennandi handils- og matstovudepil og 30 leiguíbúðir, sum Bústaðir og Klaksvíkar kommuna í felag lótu byggja. Íbúðaparturin stóð liðugur í mai mánað 2019, og handilshølini stóðu klár í juli 2020.

Bygningurin hjá Føroya Banka í Norðoyggjum er eisini partur av nýggja miðbýnum í Klaksvík. Hesin bygningurin, sum er samanbygdur við Biskupstorg, lat dyrnar alment upp fyrstu ferð í november 2019.

Vert er eisini at nevna forkunnugu skoytibreytina á sjálvum torginum í miðbýnum, sum gagnnýtir avlopskuldan frá sjóhitaskipanini, sum í dag hitar upp fleiri av stóru bygningunum í miðbýnum. Skoytibreytin, sum hvørt ár verður væl vitjað av bæði borgarum og vitjandi, varð tikin í nýtslu í desember 2019.

Eisini hevur sera snøgga kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fingið innivist í miðbýnum. Ein vakur og hugnaligur karmur um stóra virksemið hjá róðrarfelagnum, sum í løtuni fevnir um á leið 100 kapprógvarar umframt tey mongu, sum koma í neystið at venja í framúr góðu umstøðunum. Kappróðrarneystið varð tikið í nýtslu í januar 2023.

Alt hetta kunnu vit fegnast um og staðfesta, at tað gongur við rúkandi ferð at byggja nýggja miðbýin, har somuleiðis fleiri aðrar byggiverkætlanir eru í gongd og ávegis.

Byggingin av nýggja hotellinum í miðbýnum er í gongd. Ein sera spennandi og nýbrótandi verkætlan, sum fer at geva Klaksvík heilt nýggjar møguleikar sum býur.

Tætt at hjartanum liggur Varpið, okkara nýggja mentanarhús, sum saman við nýggja hotellinum fer at geva víðfevndar møguleikar og nútímans umstøður til ráðstevnur, konsertir og tiltøk av alskyns slag. Sama er galdandi fyri tann ógvuliga forkunnuga Nólsoya Páls garðin, sum Archibald Black hevur megnað at endurreist, ið gevur enn fjølbroyttari møguleikar fyri upplivingum í og kring miðbýin í Klaksvík.

Biskupstorg II er nú veruleiki
Í dag, 22. apríl 2024, boðaði so Tryggingarfelagið LÍV frá í tíðindaskrivi, at Tryggingarfelagið LÍV og Sp/f Kanjon hava gjørt avtalu um bygging av 30 leiguíbúðum í miðbýnum í Klaksvík.

Verkætlanin, sum ofta verður nevnd “Biskupstorg II”, er ment saman við Kanjon og SNA, og hon fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli. Avtala er gjørd við P/F Nema, ið kemur at hava handil og skrivstovu í hølunum.

Við hesum verður enn ein varði laðagur í okkara spennandi miðbýi, samstundis sum 30 nýggjar íbúðir um 2 ár verða tøkar, at nøkta sera stóra tørvin á bústøðum, sum er í Klaksvíkar kommunu.

LÍV sigur í tíðindaskrivinum, at Klaksvíkar Kommuna hevur víst stóran áhuga í at nøkta økta bústaðartørvin í kommununi og hevur verið ein týðandi viðspælari í tilgongdini til hesa verkætlan. Hetta fegnist eg um, samstundis sum eg vil nýta høvið at takka Tryggingarfelagnum LÍV, Selmar Nielsen Arkitektum og Byggifelagnum Kanjon fyri teirra miðvísa arbeiði við hesi verkætlan, sum nú er vorðin veruleiki.

Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd beinanvegin og verða íbúðirnar væntandi klárar at taka í nýtslu á sumri 2026.

Gunvá við Keldu
Forkvinna í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini
Í Klaksvíkar Býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo