Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í fyribilsnæmingatølunum fyri komandi skúlaár síggja vit, at tað fara at vera 14 flokkar við 25 næmingum, 11 flokkar við 26 og 5 við 27 næmingum. Tretivu og ikki tjúgu flokkar, sum tað var sagt í løgtinginum í mikudagin í sambandi við munnligan fyrispurning um næmingatal í flokkum. Hetta er á ongan hátt í lagi, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

- Tá ið fólkaskúlalógin fyriskrivar, at tað bara í heilt serligum førum eigur at verða farið upp um 24 næmingar, er tað ikki í samsvari við lógina, tá vit hava 30 flokkar komandi ár við næmingatali oman fyri 24.

Formaðurin í Føroya Lærarafelags vísir á, at grundgevingin, sum var førd fram, at tað ikki er skilagott at býta næmingar í stórum flokkum sundur, sum hava verið saman í nógv ár, og sum eru væl samansjóðaðir, heldur ikki, tá vit síggja, at seks av teimum 30 flokkunum eru nýggir flokkar; tað er antin 1. flokkar ella 8. flokkar, sum  eru settir saman av næmingum, sum koma úr fleiri skúlum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo