Norðmaðurin Peder Nersveen, sum á YouTube hevur eina profilmynd av Eiðskolli og Risanum og Kellingini, vildi royna, hvussu lívið var uttan sosialar miðlar.
Í 30 dagar hevur hann sligið allar notifikasjónir frá, eisini Facebook appina.
Tá teir 30 dagar vóru farnir, uppdagaði hann, at hann einki hevði mist, men mátti fylla tíðina við nýggjum avbjóðingum.
Hann hevur ikki kvett við sosialu miðlarnar, men upplivingin í 30 dagar gav honum nýtt innlit í gerandisdagin og, hvussu hann sjálvur brúkti dagin.
Her greiðir hann frá í 5 minuttir - trýst her
Fyri 5 árum síðan hevur sami maður verið í Runavík og gjørt hetta: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo