Landsverk: Í gjár upprann so dagurin, har fyribils punktum varð sett fyri byggingini av Føroya størstu bygningsverkætlan, Glasi, tá Landsverk avhendaði Mentamálaráðnum bygningin.
Hetta varð gjørt við eini almennari móttøku, har umleið 3.500 komu á gátt at síggja stásiliga bygningin, ið verður karmurin um miðskúlaútbúgvingarnar í Havn komandi mongu árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo