Hagstovan: Starvsfólkatalið veksur, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. Í oktober vóru 29.950 starvsfólk í Føroyum. Tað eru knapt 470 starvsfólk, ella 1,6 prosent, fleiri enn oktober í fjør.
Vøksturin javnur fyri bæði kyn
Í oktober vóru gott og væl 15.300 menn og knapt 14.650 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við oktober í fjør høvdu kvinnurnar ein vøkstur upp á 1,5 prosent ella 220 persónar, og menn høvdu ein vøkstur upp á 1,6 prosent ella 250 persónar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo