FSF: – Hetta er hugaligt. Tað er altíð brúk fyri nýggjum dómarum, og at so nógvir hava verið á skeiðunum, sum vit hava hildið higartil í ár, fegnast vit sjálvandi um, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Í alt hevur FSF higartil í ár skipað fyri trimum dómaraskeiðum. Í februar mánað varð skipað fyri skeiðnum, ið kallast “FSF Dómarin” – tað er grundskeið, sum endar við próvtøku – og tá vóru í alt 11 luttakarar. Skeiðið tekur 20 tímar, og dentur verður serliga lagdur á ástøðiliga undirvísing, undirvísing á vølli og videodøming.
Síðan varð skipað fyri C- og B-dómaraskeiðunum fyrst í apríl mánað. 11 luttakarar vóru á C-skeiðnum, meðan átta luttakarar vóru á B-dómaraskeiðnum.
Kravið fyri at taka C-skeiðið er, at viðkomandi hevur tikið “FSF Dómarin”, og hevur verið virkin sum dómari í eitt ár. Tey, ið hava fingið prógv sum C-dómari, fáa møguleikan at taka B-dómaraskeiðið, og kunnu eftir tað døma dystir í Betri Deildini hjá kvinnum og í 1. deild hjá monnum.
Luttakarar á skeiðnum “FSF Dómarin”
Otto Dam Vang
Marius Dam Vang
Rói R Hansen
Høgni Louisson Poulsen
Hannis Dalheim Rasmussen
Sverri Ellingsgaard
Høgni Madsen
Jóhan Eliasen
Rógvi á Lakjuni
Gunnar E. Sivertsen
Ingi Johannessen
Lutakararnir á C-dómaraskeiðnum
Ronni Granddal
Heini Poulsen Hellisdal
Súni Fríði Johansson Hansen
Nicusor – Cristian Matica
Arnar Lognberg
Benjamin Erlandsson Tvørfoss
Andras Fredriksberg
Edvard Djurhuus
Benjamin Grønagarð
Annfinn Hjaltalin
Luttakararnir á B-dómaraskeiðnum
Henning Erhardsson Joensen
Allan Mouritsen
Hanus Johannessen
Jógvan Vest
Gunnar Christiansen
Jonn Sólheim Thomsen
Leivur Zachariassen
Jógvan Klakstein
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo