Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

29 ára gamli John Michal Petersen stóð royndina sum ríkisgóðkendur grannskoðari - statsautoriseraður revisor - mánadagin tann 8. november. John Michal er ivaleyst millum teir yngstu av sínum slagi, skrivar løggilda grannskoðaravirkið JANUAR í tíðindaskrivi.

John Michal kom í læru hjá JANUAR í 2008, og hevur tikið útbúgvingarnar HD-R og cand.merc.aud. samstundis sum hann hevur arbeitt fulla tíð. John Michal hevur verið við til at grannskoða bæði smáar og stórar kundar hjá JANUAR.

Seinastu fimm árini hevur John Michal sitið í góðskubólkinum hjá JANUAR, sum tekur sær av at dagføra og menna góðskustýringarskipanina.

John Michal verður nú partaeigari í JANUAR, har fimm aðrir ríkisgóðkendir grannskoðarar saman við øðrum eru partaeigarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo