- Ikki allir fótbóltsfjeppar úr Bretlandi eru andstyggiligir, og vit eru nakrir, sum hava kenslur.
Soleiðis segði Joel Hughes, frá Pontypridd í Wales við Sky News, tá ið hann í síðstu viku fór undir innsavningina á heimasíðuni JustGiving við ætlanini at savna inn 500 pund, um 4.300 krónur, til lítlu sjey ára gomlu gentuna úr Týsklandi.
Lítla týska gentan, sum ikki enn er identifiserað, græt við táravátum eygum, tá ið Týskland reyk út eftir 2-0 tapið móti Onglandi.
Myndin av grátandi týsku gentuni gav svínskar viðmerkingar á Twitter frá enskum fjeppum.
- Grát, tín lítli nazistur, skrivaði ein av teimum.
Og so kom Joel Hughes úr Wales inn í myndina og byrjaði innsavningina, skrivar danska TV 2.
Sky News sigur nú, at málið at fáa 4.300 er langt síðani nátt. Eftir at innsavningin hevur verið á heimasíðuni í fýra dagar, eru innsavnaði 32.667 pund - sum svarar til 282.445 krónur.
Nú verður so roynt at finna gentuna, so hon fær pengarnar, skrivar TV 2.
No words necessary. pic.twitter.com/8qF4BtJelV
— Stan Collymore (@StanCollymore) June 30, 2021
No words necessary. pic.twitter.com/8qF4BtJelV
— Stan Collymore (@StanCollymore) June 30, 2021
Ok, Twitter, I need your help finding the parents/guardian of this little girl from yesterday's #EURO2020 #ENGGER match so she can have a little bit of money we raised*
— Joel Hughes (@Joel_Hughes) June 30, 2021
(*her photo got some online abuse, so we're trying to show there is some good left)https://t.co/IKZPsiA5ms pic.twitter.com/198U3aTuK0
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo