TSK: Í dag, 18. juni, fingu 28 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 7 í elektrikarafakinum, 10 í timburfakinum og 11 í maskinfakinum.
Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Karstin Joensen frá Elcon.
TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukkum á degnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo