Hagstovan: Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum, ið hevur fæstar løntakarar, meðan desembermánaður vanliga hevur flestar. Munurin í løntakaratalinum hesar báðar mánaðirnar er tí sum oftast stórur. Í desember vóru fleiri enn 28.500 løntakarar og í januar var talið 27.664.
Samanborið við sama mánað í fjør er tó øðrvísi. Í januarmánað í ár vóru stívliga 350 fleiri løntakarar í mun til januar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent.
Í januar vóru um 14.000 menn og 13.600 kvinnur í løntakaraskaranum. Hetta er ein vøkstur á ávikavist 1,6 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til januar í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo