Hagstovan: Knappliga 27.200 vóru í løntakaraskaranum í februar. Tað eru slakir 250 fleiri enn í februar í fjør, ið svarar til ein vøkstur upp á 0,8%.
Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vera vaksandi og vøksturin tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum.
Bæði fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í februar vóru knappliga 13.900 menn og 13.300 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 50 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo