Ein vanlig skurðviðgerð, sum gekk illa í hond, hevur kostað tí bert 27 ára gomlu Gleycey Correia lívið.
Seinast í mars fór Correia, sum í 2018 var kosin Miss United Continents í Brasil, til læknan at taka mandlurnar, skrivar Mirror.
Men skurðviðgerðin gekk á ongan hátt sum hon átti.
»Fimm dagar seinni fekk hon eina heilabløðing,« hevur presturin hjá fmiljuni, Lidiane Alves Oliveira, greitt avísini frá, skrivar BT.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo