Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Tað er framvegis vøkstur í føroyska búskapinum, meðan stígur hevur verið í fleiri evropeiskum búskapum. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023.

Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.

Framvegis framgongd í føroyska búskapinum
Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023. Føroyski búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Búskaparvøksturin hevur ligið omanfyri trý prosent bæði í 2021 og 2022. Sostatt er ferðin á búskapinum ikki eins høg nú, sum hon hevur verið. 

Fleiri tilfeingisvinnur stóðu seg væl í 2023, og vakstrarískoytið hjá tilfeingisvinnunum var 1,6 prosent. Tað svarar til oman fyri helmingin av virðisøkingini í 2023. Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í 2023, meðan tøkan í alivinnuni minkaði.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo